Hoppa yfir valmynd
15. mars 2013 Matvælaráðuneytið

Bestu vinir – þakkargrein til færeysku þjóðarinnar

Oyggjatíðindi
Oyggjatíðindi

Færeyingar sýndu Íslendingum sannan vinargreiða þegar þeir fyrstir þjóða buðu Íslendingum lán eftir hrunið í október 2008. Íslendingar standa í þakkarskuld við vini sína og frændur Færeyinga og í dag birtist í færeyskum fjölmiðlum grein eftir ráðherrana Steingrím J. Sigfússon og Katrínu Júlíusdóttur sem ber yfirskriftina Bestu vinir!

Greinin birtist í Dimmalætting, Sosialnum og Oyggjatíðindum.

Bestu vinir!

Tá ið leið móti vetri 2008, kom búskaparligt ódnarveður inn yvir Ísland. Eftir fáum døgum rapaði bankakervið, alt sum tað var, og samfelagið skalv í grót og grund. Støðan var veruliga so ring, at stúrt var fyri, at íslendska ríkið kundi fara í gjaldsteðg.

Á hesi lagnustund íslendsku tjóðarinnar gingu føroyingar fram á vøllin og buðu íslendingum, sum fyrsta tjóð, lán og fullan stuðul. Vit íslendingar fara ongantíð at gloyma hesa hetjuliga vinargerð næsta granna okkara. Lánið var nógv meiri enn peningaupphæddin, tí tað fekk íslendingar at sanna, at vit stóðu ikki einsamallir í víggi, og tað vakti í okkum stríðsvilja og kveikti framtíðarvón.

Nú nærum fýra og eitt hálvt ár eftir eru vit komin væl ávegis at endurreisa íslendska búskapin, og flestøll tøl og metingar sýna, at vit eru á rættari kós. Búskaparvøksturin er áhaldandi og javnur, arbeiðsloysið liggur um 5,5% og lækkar alsamt, avlop er á handilsjavnanum, men fleiri dømi kundu verðið nevnd. Framtíðarútlitini eru heilt onnur og bjartari enn fyri fýra árum síðan, tó at støðan enn er trupul og avbjóðingarnar mangar og møtimiklar.

Til at sýna føroysku tjóðini takksemi okkara í verki skeyt Ríkisstjórn Íslands upp fyri Føroya Landsstýri, at Ísland skuldi skipa fyri ráðstevnu um ótroyttar samstarvsmøguleikar landanna millum. Skotið var upp, at dentur skuldi leggjast á at finna fram til, hvussu vøkstur og fjølbroytni best verða skapað innan verandi vinnulív, eins og á vinnuliga nýmenning. Ráðstevnan var hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum í síðstu viku, og einki er at taka seg aftur í, at hon eydnaðist avbera væl. Avgjørt var at hava slíka ráðstevnu við í mesta lagi tveggja ára millumbili, aðruhvørja ferð í Føroyum og aðruhvørja ferð í Íslandi.

Uttan mun til hvørt talan er um nýmenning, fiskaaling, telduspøl, ravmagn, ferðavinnu ella oljuleiting, eru møguleikar beggja tjóða mangir, tó at førleikarnir stundum eru ymiskir. Vit ivast onga løtu í, at rættast er at fara miðvíst til verka og styrkja og víðka samstarvið tjóðanna millum við at kunna hvønn annan um royndir og vitan á økjum, har vit hava betri førleika, tí tað gagnar báðum pørtum. Til dømis er mikil framgongd í ferðavinnuni í Íslandi, og hugsandi er, at føroyingar kundu havt gagn av at vita meiri um, hvussu íslendingar hava borið seg at. Á sama hátt kunnu íslendingar læra mangt og hvat av føroyingum, eittnú um fiskaaling og tænastuveiting til oljuvinnuna.

Gamalt er, at vinarlag er grundvøllur undir eydnu og vælverð, og sannast má, at so er enn. Ígjøgnum aldir hava føroyingar og íslendingar havt álit á hvørjum øðrum, og vit, sum nú eru uppi, eiga at gera okkara ítarsta til, at so má verða í komandi tíðum.

Katrín Júlíusdóttir, fíggjar- og búskaparmálaráðharri Íslands, og Steingrímur J. Sigfússon, vinnumála- og nýskapanarráðharri Íslands








Hafa samband

Ábending / fyrirspurn
Ruslvörn
Vinsamlegast svaraðu í tölustöfum